Í oktober vóru 30.096 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 206 starvsfólk - ella 0,7 prosent - fleiri enn oktober í fjør.
Í oktober vóru góðir 15.400 menn og slakar 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør var talan um 109 fleiri menn og 97 fleiri kvinnur, sum bæði eru ein vøkstur á 0,7 prosent, skrivar Hagstovan.
Tórshavnar kommuna størsta vøkstur av starvsfólkum í tali samanborið við sama mánað í fjør. Har eru tey 102 fleiri. Næst kemur Nes kommuna við 52 starvsfólkum, og trið Sjóvar kommuna við 35 starvsfólkum fleiri.
Størsta minking í tali var í Tvøroyra kommunu og Vágs kommunu við ávikavist 15 og 14 starvsfólkum færri.
Verður hugt at lutfalli, hevur Skálavíkar kommuna størsta vøkstur við 17,6 prosentum – ella 12 persónum. Hinvegin hevði Fámjin størstu lutfalsligu minking við 10,4 prosentum – ella fimm starvsfólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald