Innanlands

32 nýggir lærarar

Hetta er tann útbúgvingin á Setrinum, har flest prógv eru útskrivað lestrarárið 2019/20. Fríggjadagin var próvhandan á Námsvísindadeildini á Setrinum

2020-07-07 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta skúlaárið á Læraraskúlanum hevur verið sermerkt. Eitt er, at tað hevur verið eitt øðrvísi vár orsakað av koronafarsóttini. Eitt annað er, at tað eru 150 ár síðani, at hugaðir føroyingar fingu møguleika at útbúgva seg til lærara í Føroyum, og 50 ár síðani at Læraraskúlin flutti út á Frælsið í Havn við sínum virksemi.

Fríggjamorgunin var próvhandan fyri lærarar í auluni á Námsvísindadeildini.

Tilsamans hava heilir 32 lærarar lokið prógv lestrarárið 2019/20.

Andrew Hansen, Annika Juul, Bára Krossteig Hansen, Beinta Danielsen, Beinta N. Solmunde, Betty Vitalis Kallsberg, Bodil Jacobsen, Dina Jensdóttir Norðberg, Georg Nolsøe Rasmussen, Hjørdis Persdóttir Andreasen, Kjartan Magnussen, Kristleif Zachariassen, Laila Fríða Asbjørnsdóttir Nielsen, Maiken Skaalum, Mikkjal Christiansen, Mirjam Høj,  Ragna Gregersen, Rebekka á Neystabø Jacobsen, Rut Smith Ládal, Sanna Akurstein, Sára Mary-Ann Johnsdóttir Anthoniussen, Sára Sondum, Siri Jónsdóttir í Grund, Sólrun Andersen, Sveinur Ellefsen, Terji Mørk, Tóra í Lon, Tóri Rasmussen, Valborg Klæmintsdóttir Jóhannessen, Tummas Eivind Jørleifson Hansen, Margit Joensen og Ingibjørg Kristiansen.

Hetta er tann útbúgvingin á Setrinum, har flest prógv eru útskrivað lestrarárið 2019/20.

Heimasíðan hjá Setrinum skrivar, at Erla Olsen, dekanur, bjóðaði vælkomin, og Lydia Didriksen, útbúgvingarleiðari, helt røðu. Eisini var felagssagur, og sungin varð, "Landið eg bar við mær inn um skúlagátt" hjá Karsteni Hoydal.

Tóri Rasmussen og Beinta Danielsen, umboð fyri tey lesandi, hildu somuleiðis røðu. 
Tónleikainnsløg vóru við Haraldi Fonsdal Jóhannesen, sum lesur til lærara, og Ester Kristiansen, sum lesur til námsfrøðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder