Uttanlands

35 fólk í Týsklandi smittað við nýggjum korona-frábrigdi

Ein nýggj mutasjón er staðfest á einum sjúkrahúsi í skíðbýnum Garmish-Partenkirchen

Garmish-Partenkirchen í týsku Alpunum er annars mest kendur fyri skíðkappingar (Mynd: EPA)

Garmish-Partenkirchen í týsku Alpunum er annars mest kendur fyri skíðkappingar (Mynd: EPA)

2021-01-19 11:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt nýtt brigdi av koronavirus er funnið á einum sjúkrahúsi í týska skíðbýnum Garmish-Partenkirchen í Bayern. Tað skrivar tíðindamiðilin Politico.

Á sjúkrahúsinum ansaðu tey eftir einum frábrigdi í royndunum, sum ikki stavaðu frá nøkrum av teimum kendu virusbrigdunum frá ávikavist Bretlandi, Suðurafrika og Brasil.

Tað sigur leiðandi læknin á sjúkrahúsinum, Clemens Stockklauser.

Royndin varð síðan send til Charité-sjúkrahúsið í Berlin, har hon nú skal til nærri kanningar.

Sambært Clemens Stockklauser er enn ov tíðliga at siga, hvussu nýggja frábrigdið er øðrvísi enn onnur koronavirus, eitt nú um tað er meira smittandi.

Sambært sjúkrahúsleiðaranum eru í løtuni 73 smittaðir sjúklingar á sjúkrahúsinum, harav fleiri av starvsfólkunum. 35 av teimum eru smittað við hesum ókenda brigdinum av korona.

Fleiri politikarar í Týsklandi heita nú á myndugleikarnar um at seta strangari tiltøk í verk fyri at forða fyri at virusið breiðir seg, skrivar Reuters.

Í Føroyum er nú staðfestur ein tilburður av brasilska frábrigdinum av korona.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder