2023-10-26 07:46
Aftur í nátt hava løgreglufólk verið úti og klipt nummarplátur av bilum, sum eru í eftirstøðu fyri fallin tryggingargjøld og vegskatt.
Hóast fleiri av teimum nógvu bileigarunum, sum stóðu í eftirstøðu, hava goldið tað teir skylda, er listin framvegis langur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini, sum eisini harmast um, at tað kann henda, at fólk hava goldið eftirstøðuna tá tey varnast, at løgreglufólk hava verið á vitjan á náttartíð.
Í nátt vórðu 36 nummarplátur kliptar, 13 í høvuðsstaðarøkinum og 23 í Eysturoy og Norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald