Innanlands

37 fyritøkur hava fingið samanlagt tvær milliónir í koronastuðli

Tær allarflestu hava havt sera stórt tap orsaka av støðuni - størsti stuðulin er 230.250 krónur.

Hetta er sambært hjálparpakka tvey (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er sambært hjálparpakka tvey (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-26 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin í gjár høvdu 37 fyritøkur fingið covid-19 stuðul úr landskassanum sambært hjálparpakka tvey.

Hetta skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.

31 av teimum søgdu seg hava millum 60 og 100 prosent í tapi, uppysir Taks. Eingin av teimum 37 fyrtøkunum hava mist undir 40 prosent av sínum inntøkunum orsaka av støðuni.

Minsti stuðulin ið er givini í samband við hjálparpakka tvey er 4.421 krónur, og størsti stuðulin er á 230.250 krónur. Stuðulin er nú farin beint upp um tvær milliónir krónur, skrivar kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder