Í desember 2019 var talið av løntakarum í Føroyum 28.060
Hagstovan boðar nú frá, at seinastu fimm árini er samlaði vøksturin 3.700.
Av teimum eru 2.000 mannfólk og 1.700 konufólk, og arbeiðsmarknaðurin gerst meira kynsbýttur, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Størsti vøksturin var í byggivinnuni við 847 og hjá kommunum við 678. Hagstovan býtir upp í 22 vinnugreinar. Av teimum starvast flest í kommununum - fleiri enn í heilsu- og almannaverkinum
670 av nýggju løntakarunum seinastu fimm árini hava annan ríkisborgaraskap enn føroyskan - tað er næstan fimti hvør.
Eftir aldri var størsti vøkstur hjá teimum 25-40 ára gomlu. Eisini var stórur vøkstur hjá teim eldru yvir pensjónsaldur.
Fleiri talvur um hetta síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald