2019-08-14 07:18
Tey 38 donsku sløkkiliðsfólkini skulu hjálpa lokalu sløkkiliðunum at basa eldinum, sum brennur millum Sisimiut og Kangerlussuaq
DR skrivar á heimasíðu sínari, at grønlendska landsstýrið hevur biðið danir um hjálp, og nú er hjálpin send.
– Danmark er altíð til reiðar at hjápa Grønlandi, tá tørvur er á tí. Vit hava eitt serligt samband í ríkisfelagsskapinum. Tí er hetta ein sjálvfylgja. Hetta sigur danski verjumálaráðharrin Trine Bramsen.
Eldurin er undir jørð, og uppgávan er, at innibyrgja hann, so hann ikki ger meira skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald