- Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya er nú liðug við at telja umsóknirnar, sum eru komnar um lestrarpláss í 2023. Samlaða umsóknartalið er 389, og 340 av teimum hava søkt um bachelorútbúgving, 48 um masterútbúgving og ein um hjánám.
Soleiðis ger heimasíðan hjá Setrinum upp, nú allar úmsóknir eru komnar inn og bólkaðar. Skjótt fara fólk, ið ynskja at vera lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, at fáa svar uppá sína umsókn.
Tað er heldur trongligt á best umtóktu útbúgvinini. Sløk 100 - 99 - hava í ár søkt inn á sjúkrarøktarfrøði útbúgvingina. Í fjør var fyrstu ferð, at Setrið tók nýggjar nælmingar inn til hesa útbúgving bæði á vetri og sumri. Eins og við samlaða talinum av umsóknum, so hava trý færri søkt inn hesa ferð
Bachelorútbúgvingin í Løgfrøði var á fyrsta sinni boðin út í 2019. Tá komu 49 umsóknir inn, tíggju færri komu tvey ár seinni, og í nú í 2023 hevur Setrið fingið 58 umsóknir til Løgfrøði. Hendan útbúgvingin verður bjóðað út annaðhvørt ár.
Annars eru væl færri umsóknir til til dømis at lesa Føroyskt, til fólkaskúlalærara og til námsfrøðing enn undanfarin ár.
Fróðskaparsetur Føroya bjóðaði hesa ferð nýggja masterútbúgving út í Dátuvísindum í ár, og har komu 16 umsóknir inn.
- Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 10. juli.
Niðanfyri sæst býtið av umsóknum til tær ymisku útbúgvingarnar:
Mynd: setur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald