Innanlands

39 námsfrøðingar aftrat

Tørvurin á námsfrøðingum í Føroyum er sera stórur, og júst nú eru 39 komin í útbúna hópin aftrat

2023-06-15 17:40 Author image
Jan Müller
placeholder

Avbera stórur gravgangur er eftir útbúnum námsfrøðingum, og á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava tey av hesum sama úr at gera við at fyrireika tvífaldaða upptøku á hesi útbúgvingini næsta lestrarár.

Tí er tað so gleðiligt, at vit júst nú hava fingið ikki færri enn 39 nýggjar námsfrøðingar, sum við góðari fakligari barlast kunnu geva sítt íkast til námsfrøðiøki.

Útbúgvingin, sum tekur fýra ár, hevur givið teimum førleika at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum.   

Tað er altíð gott lag á lesandi, sum hava tikið seinasta fetið á hægri útbúgvingarleið síni, og soleiðis er eisini á Námsvísindadeildini á Setrinum

Seinasta - og størsta - ódnartakið var bachelorritgerðin. Her eru tær allar, og nú er prógvið komið undir land.

Vit ynskja teimum 39 nýggju námsfrøðingunum - og námsfrøðiøkinum - hjartaliga til lukku.

Tann 23. juni verður stóra árliga prógvhandanin hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, tá vit fagna øllum teimum, sum hava fingið Setursprógv hetta seinasta árið skrivar Setrið á síni heimasíðu. 

Kelda: Setrið.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder