placeholder
Innanlands

40 ár síðan fyrstu trøini vórðu gróðursett

Leygardagin verður hátíðarhald í Viðarlundini úti í Grøv

2020-09-23 08:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár eru 40 ár síðani fyrstu trøðini vóru gróðursett í viðarlundini Úti í Grøv. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini hátíðarløtu í viðarlundini leygardagin 26. september. Tiltakið verður frá klokkan 10 til 12 í tráð við koronatilmælini. Øll sum koma, kunnu fáa sær eitt træ heim við. Klokkan 11 verða røður og felagssangur. Kaffi og okkurt søtt verður bæði til børn og vaksin.

Í skrivi frá Klaksvíkar kommunu dagfest 14. september 1979 til Skógfriðingarnevndina varð sagt frá, at býráðið hevði samtykt at skógfriða Grøvina og lendið omanfyri. Fyrsta stigið var, at hegna økið av, hetta arbeiðið stóð Lions Club fyri, teir gjørdu eisini nýggja brúgv um Gravará. Í 1980 vóru so fyrstu trøini gróðursett, undir leiðslu av landsskógarvørðinum. Hans Jacob Joensen, sum seinni bleiv býargartnari, var við frá fyrsta degi.

Viðarlundin úti í Grøv verður væl vitjað av fólki í øllum aldri og tað er gleðiligt, heldur Hans Hjalti Skaale býargartnari. Um summarið er serliga nógv fólk at síggja Úti í Grøv, millum annað tá barnagarðar vitja og teir góðu summardagarnar. Hugtakandi er at síggja tá næmingar frá Tekniska skúla, flestir í føroyskum klæðum, fáa prógv handaði í viðarlundini.

Planta eitt træ
Í mong ár hevur átakið “Planta eitt træ” verið føst siðvenja í sambandi við umhvørvisvikuna. Hetta tiltakið varð tíverri útsett vegna covid-19, men nú verður møguleiki at ogna sær eitt træ við heim, tá hátíðarløtan verður Úti í Grøv.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder