Nú Vestmanna Sangkór hevur verið virkið í 40 ár, verður tað hátíðarhildið við konsert í Vestmanna kirkju leygarkvøldið. Hetta er á sjálvum degnum fyri 40 árum síðani, tá nýstovnaða Vestmanna Sangkór hevði sína fyrstu almennu framførslu.
Á skránni verður eitt fjølbroytt úrval av nýggjum og klassiskum føroyskum og enskum kórsangum, harí nakrir fáir jólasangir. Ein frumframførsla er á skrá, og eisini eru tveir aðrir spildurnýggir sangir. Tónasmiðirnir eru m.a. Kári Bæk, Teitur Lassen, Knút Olsen umframt klassisk tónaskøld sum G.F. Händel, Thomas Tallis og Gustav Holst.
Tað var Uffe Bærentsen, sum í 1979 tók stig til at stovna Vestmanna Sangkór. Frammanundan hevði verið kór í Vestmanna eitt tíðarskeið í seksti-árunum undir leiðslu av Ólavi Hátún. Men síðan 1979 hevur kórið verið virkið uttan slit nú í 40 ár.
Fyrsti kórleiðarin var sum sagt Uffe Bærentsen. Eftir hann vóru m.a. danirnir Nina Kastrup og Asger Pallesen, sviarnir Per Mjørnemark og Anki Dýrdarklett o.o. Men tað er Kári Bæk, sum hevur longstu tíðina sum kórleiðari og hevur lagt tann vakra grundtónan í sangin hjá vestmannakórinum. Ringt var at koma eftir Kára, men tað hjálpti, tá kórið fyrst fekk Leif Hansen eitt stutt skeið og nú hesi seinni árini Benjamin Gaasedal.
Umframt vanligu vár-, heyst- og jólakonsertirnar er kórið virkið við nógv serlig høvi og um høgtíðir í Vestmanna og í felagstiltøkum sum t.d. árligu kórstevnurnar.
Vestmanna Sangkór ferðast eisini oftani uttanlands við føroyskum og norðurlendskum kórtónleiki, í Danmark og Noregi, í Orknoyum og Írlandi, á baltiskum-norðurlendskum kórfestivali í Riga í Lettlandi, í Edinburgh og nú í apríl 2019 í Berlin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald