Síðani 2. oktober hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verið í verkfalli, og eftir tað er arbeiðið niðurlagt á øllum skurðdeildum og flestu ambulatorium í á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Verkfallið fevnir harumframt um skaðastovurnar á øllum trimum sjúkrahúsum, og í morgin fer skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini í verkfall. Tá verður verkfallið galdandi á 40 deildum í sjúkrahúsverkinum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur í fráboðan, at tey meta seg hava tikið ábyrgd hetta tíðarskeiðið, og hava givið tey undantøk, ið skulu til fyri, at lív ikki verða sett í váða.
- Vit hava víst vilja at finna loysnir. Samstundis uppliva vit larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið, enn sum áður, noktar at samráðast. Okkara stríð snýr seg um at tryggja haldførið í sjúkrarøktini, eitt stríð, ið landsins myndugleikar áttu at barst saman við okkum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða til ov seint er, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Verkfallið er nú á:
Á Landssjúkrahúsinum
Seingjardeild A2
Seingjardeild A3
Seingjardeild B5
Seingjardeild B6
Seingjardeild B8
Seingjardeild G1
Seingjardeild G4
Seingjardeild P40PA
Seingjardeild P40PI
Skurðdeildin
Skaðastovan
Dagskurð
Viðrakning
Ortopediskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Mammae ambulatorium
Parenkym ambulatorium
Gynækologiskt ambulatorium
Sár ambulatorium
Klin/Fys ambulatorium
Húð ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Kardiologiskt ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Neurologiskt ambulatorium
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Seingjardeild KS3
Skurðdeildin
Skaðastovan
Almen kirurgiskt ambulatorium
Ortopædiskt ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Svøvn ambulatorium
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Seingjardeildin
Skurðdeildin
Skaðastovan
Pínuklikkin
Kardiologiskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald