2023-09-22 15:22
Fyri einum lítlum tíma síðani vórðu umleið 40 hvalir hildnir til í Hvannasundi.
Jens Jensen, sýslumaður, upplýsir, at tað gekk væl at drepa, og tað gingu bara seks minuttir frá at drápið byrjaði til alt var av.
Nú verða hvalirnir hivaðir upp á land í Hvannasundi, og síðani verður farið í holt við at merkja.
Býtt verður í drápspartar, sigur sýslumaðurin.
Grindin varð funnin í Árnafirði um middagsleitið. Tað vóru fólk á landi, sum boðaðu frá henni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald