2025-07-05 19:24

Stutt fyri middag varð ein grind funnin inni á fjørðinum í Hvalba, við Tjørnunes.
Grindin varð rikin inn á Nes í Hvalba og hildin til. Drápið gekk skjótt og væl og grindin taldi 40 hvalir, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður.
Skift verður í heimapartar til Hvalbiarsókn og seðlarnir koma út klokkan 20 á Hamranesi.
Eitt fjórðingskinn er í part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald