Innanlands

40 prosent fleiri brúktu Hestleiðina í summar

Økingin av túratalinum dagarnar 29. juni til 20. august var ein roynd at kanna eftirspurning og ferðamynstur á farleiðini, og hóast eingin avgjørd niðurstøða kann gerast út frá hesum avmarkaða summartíðarskeiði, fekst kortini ein greið ábending um, at økt túratal økir um ferðingina, sigur Strandferðslan

2023-09-01 09:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá ið Strandferðslan í sjey vikur í summar økti munandi um túratalið á Hestleiðini, øktist talið á ferðandi við 430 ella 40 prosent upp í 1487 ferðafólk í mun til 1057 sama tíðarskeið árið fyri. Sum skilst setti økta túratalið góðan dám á Hestbygd hesar vikurnar.

Økingin av túratalinum dagarnar 29. juni til 20. august var ein roynd at kanna eftirspurning og ferðamynstur á farleiðini, og hóast eingin avgjørd niðurstøða kann gerast út frá hesum avmarkaða summartíðarskeiði, fekst kortini ein greið ábending um, at økt túratal økir um ferðingina.

Erla Kongsdóttir bleiv hetta tíðarskeiðið sett inn í sigling á Hestleiðini aftrat Teistanum, ið annars røkir og hevur røkt Hestleiðina í mong ár. Serliga Erla Kongsdóttir sigldi fleiri túrar, m.a morguntúrar kl 7:30 úr Hesti gerandisdagar, tríggjar dupulttúrar seinnapart og onkrar túrar hjá Teistanum.

Árini fyri, 2020 og 2021, ferðaðust eisini fitt av fólki á Hestleiðini, men komst helst av koronufarsóttini, tá ið føroyingar hildu seg frá at ferðast uttanlands, men ferðaðust heldur í egnum landi. Av somu orsøk vóru rættiliga fá útlendsk ferðafólk at hóma í Føroyum.

Sama mynstur sást aftur í hinum ferðafólkahagtølunum hjá Strandferðsluni. Til dømis vóru metnógv ferðafólk við fleiri av skipunum í juli mánaða í 2020, tí tað tá var blivið so vælumtøkt at vitja ymsu útoyggjarnar í Føroyum.

Erla Kongsdóttir er í løtuni mest upplagda skipið hjá Strandferðsluni at seta inn á Hestleiðina, tá ið Teistin gevst at sigla. Men av tí, at Erla Kongsdóttir er eykaskipið hjá Strandferðsluni, má hon eisini avloysa á øðrum farleiðum, serliga Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum.

Hesi tíðarskeiðini kann Strandferðslan seta millum aðrar Jósup inn í siglingina á Hestleiðini. Jósup skiftir frá summar- til vetrarferðaætlan 1. september og siglir tá tríggjar dagar um vikuna. Jósup avloysir eisini Rituna og Sildberan, tá ið hesi fara á beding vanliga í oktober og november.

Endalig støða tykist ikki vera tikin til, hvat ið verður av Teistinum, tá ið hesin skjótt gevst at sigla á Sandoyarleiðini. SSL hevur millum annað víst á, at Teistin eigur at verða royndur á ávikavist Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum við atliti til havnarløgini og støddina av skipum.

Arbeitt verður í løtuni við tillaga atløguviðurskiftini í Hesti, so Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð. Ætlanin er, at Erla á Hestleiðini fer at sigla ímillum Gomlurætt og Hest.

Strandfaraskip Landsins


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder