![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bústaðir skal sleppa at byggja 400 fleiri íbúðir kring um í Føroyum. Flokkurin skrivar í tíðindaskrivi, at øll skulu kunna velja Føroyar til, flyta heim, og trívast. Men tað er torført í hesum døgum, tí tað er so torført at finna nakað at flyta inn í.
Støðan er eisini tann, at fólk longu komin í ta støðu, at tey eru noydd at flyta av landinum, tí onki er at búgva í.
Uppskotið hjá Tjóðveldi loyvir Bústøðum at byggja 400 fleiri heim kring landið og eisini at veita Bústøðum lán til bygging uttan fyri størru býirnar.
Uppskotið leggur upp til, at hesir 400 bústaðirnir skulu vera av ymsum slag. Bústaðir fáa sostatt eisini loyvi til at byggja lutabústaðir. Harvið kunnu Bústaðir byggja og selja part av leigubústøðunum til lutabústaðir. Hetta skapar ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Hetta gevur eisini inntøkur, ið Bústaðir aftur kunnu nýta at byggja enn fleiri heim fyri, heldur Tjóðveldi.
Sambært uppskotinum skal vera møguligt at víðka um fíggjarmøguleikarnir og heimila Bústøðum at útskriva lánsbrøv fyri 500 milliónir krónur.
Møguleikar í øllum Føroyum
Í dag er so at siga ógjørligt at byggja hús á bygd, tí bankarnir eru ikki sinnaðir at veita lán til hetta.
Við uppskotinum kunnu Bústaðir veita tann partin av láninum, ið bankarnir ikki vilja.
- Hetta snýr seg um vit vilja eitt samfelag, har øll búgva í miðstaðnum, ella um vit vilja einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búgva kring alt landið. Fyri okkum er tað greitt; tað skal vera hugurin hjá fólki, ið avger hvar tey vilja búgva, sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald