2018-09-11 20:23
Ættarstevna fyri eftirkomarunum hjá Jacobinu, sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi, sum var úr húsinum Norðan fyri Garð í Sandavági verður leygardagin.
Jn.fo skrivar, at talan er um eini 400 fólk, sum vera á ættarstevnuni.
Jacobina og Zacharias giftust inn Norðan fyri Garð 17. september 1865 og fingu 11 børn. Hann var tá løgtingsmaður, og nøkur ár seinni gjørdist hann eisini sýslumaður í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald