2018-09-16 22:27
Leygardagin vóru 400 av eftirkomarum hjá Jacobinu, sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi Nielsen, sum var úr húsinum Norðan fyri Garð í Sandavági, til ættarstevnu í Sandavági.
Jacobina og Zacharias giftust inn Norðan fyri Garð 17. september 1865 og fingu 11 børn. Hann var tá løgtingsmaður, og nøkur ár seinni gjørdist hann eisini sýslumaður í Vágum.
Byrjað var við at øll møttu við kirkjuna í Sandavági og ein gongutúrur var í gomlubygdini, har greitt varð frá ymsum í gomlum døgum í bygdini.
Leygarkvøldið var borðhald fyri øllum ættarfólkunum í høllini á Giljanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald