Innanlands

400 føroyingar á TeenStreet

Stóra legan í Týsklandi byrjaði í gjár. 260 føroyskir tannáringar luttaka hesaferð, og føroyingar eru næststørsti hópurin

(Mynd: TeenStreet Føroyar)

(Mynd: TeenStreet Føroyar)

2025-08-01 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár byrjaði stóra TeenStreet legan í Offenburg í Týsklandi.

Næstu vikuna fara umleið 260 føroyskir tannáringar og umleið 130 føroysk hjálparfólk at njóta dagarnar saman har.

Bara Týskland hevur fleiri fólk á leguni.

- Stuttligt er at síggja allar hesar føroysku vøkru ungdómarnar, og ein sannroynd er, at vit í ár eru næststørsti hópurin, sum komin er á TeenStreet. Vit knappast um 400 føroyskar sálir. Bara Týskland hevur fleiri fólk á leguni, skrivar TeenStreet Føroyar á heimasíðuni.

TeenStreet er lega fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 13-17 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder