Avlopið hjá landskassanum verður sambært fíggjarlógaruppskotinum 403 milliónir krónur í 2019.
Tað kunngjørdi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum á tíðindafundi fyrrapartin.
- Stórt avlop, varligur rakstrarvøkstur og fleiri miðvísar raðfestingar, sum flyta Føroyar fram á leið á mongum økjum, sigur fíggjarmálaráðið.
Rakstrarútreiðslurnar vaksa einans 2,6%, meðan inntøkur landskassans vaksa við 3,8%. Játtanin til íløgur verður 424 mió. kr.
Landsstýrið tekur atlit til støðuna í byggivinnuni. Nógv ferð er á byggivinnuni í løtuni, og roynt verður tí í stóran mun at raðfesta almennu íløgurnar soleiðis, at arbeiðsmegi verður tøk til bústaðarbygging. 80 milliónir krónur í íløgum verða raðfestar av nýggjum í hesum sambandi.
Nøkur av átøkunum í 2019 eru:
• Nýggjar útbúgvingar og styrkt Fróðskaparsetur
• Bústaðarpakki
• Nýtt avloysaraskip til SSL og hægri útoyggjastuðul
• Eysturoyar- og Sandoyartunlar og aðrir tunlar
• Barnalækna og hjartalækna afturat
• Pensjónistar minst 1.000 krónur meira at liva av um mánaðin
• Fiskivinnunýmenning og tónleikaútflutningsstova
• Frá 40% pensjónsflatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%
• Nýggj sendistova í fjareystri
• Náttúruverndarlóg
• Málið er, at skuld landsins skal minka við umleið 1 milliard kr.
- Henda fjórða og seinasta fíggjarlógin í samgonguskeiðnum flytir okkum eisini enn longur framá móti máli okkara um einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar. Soleiðis bjálva vit okkum búskaparliga, og standa sterkari sum samfelag at taka ímóti framtíðini, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald