Innanlands

Starvsfólk hjá Bakkafrost kannað fyri COVID-19 – Øll úrslitini higartil negativ

Bakkafrost bjóðar øllum sínum starvsfólkum at verða kannað aðru hvørja viku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-24 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einari viku síðani varð boðað frá, at Bakkafrost fór at bjóða øllum sínum starvsfólkum at verða kannað fyri COVID-19 aðru hvørja viku.

Tilboðið hevur til endamáls at tryggja, at Bakkafrost er eitt trygt stað at arbeiða og fyri at stuðla vísundaliga málinum um at fáa so nógv sum møguligt kannað fyri at fáa størri vitan um COVID-19, eins og heimsheilsustovnurin hevur mælt til. Les meira her.

Tey fyrstu 400 starvsfólkini hjá Bakkafrost, sum vórðu kannað í vikuni, høvdu ikki koronasmittuna, sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu við Kringvarpið.

Knapt 1.000 fólk arbeiða hjá Bakkafrost, og higartil eru fleiri enn 750 royndir tiknar, upplýsir Bakkafrost.

Dagførd kl. 12.56

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder