Nú hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins gjørt av, hvør skal hava starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2024.
Starvsløn varð latin Rógva á Rógvu, tónleikari, fær starvsløn í 12 mánaðir, og Duritu Dahl Andreasen, sjónleikara fær starvsløn í seks mánaðir. Harumframt fingu 41 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst ein, tveir og tríggjar mánaðir.
Grunnurin fekk í alt 102 umsóknir, um starvsløn og søkt varð um starvsløn fyri slakar 43 milliónir krónur. Av hesum vóru 43 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 96 mánaðarlønir tilsamans fyri góðar 3,1 milliónir, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.
Umsøkjararnir til íverksetanarstuðul vóru 15 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum fýra íverksetanarstuðul fyri tilsamans 600.000 krónur: Jákup Dahl (palllist), Franklin Symphor Henriksen (filmslist), Heini Ragnarsson (tónlist), og Helga Djurhuus (myndlist).
Niðanfyri sæst yvirlit yvir øll, sum fingu starvsløn fyri 2024:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald