Innanlands

45 brot á ferðslulógina í Suðuroy

Ferðsluløgreglan hevur gjørd eitt serligt átak kring um í Suðuroynni frá mánadegnum til mikudagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-24 12:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan skrivaðu 45 mál, tá tey vóru í Suðuroy í tvey samdøgur hesa vikuna og kannaðu ferðsluna í oynni. Ferðslumátingar vórðu gjørdar í bæði bydum og óbygdum, bilar vórðu støðgaðir og eisini vóru kanningar gjørdar uttan fyri skúlar.

Hóast 45 mál kann tykjast nógv, so er í allarflestu førum mál, ið ikki kunnu metast sum álvarslig, so sum ikki at hava koyrikortið uppi á sær ella brek á lyktunum.

Málini býta seg soleiðis:

  • 17 bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið uppi á sær
  • 10 lyktafleilir
  • 9 slitin dekk
  • 1 skeiva lyktaføring
  • 1 bilur í tómgongd. ‘Tómgangsregulativið’ sigur, at løgreglan kann geva bilførara bót, um bilurin stendur í tómgongd í meira enn tríggjar minuttir
  • 2 ferðmátingar, ið góvu klipp
  • 1 ferðmáting, ið gav bót
  • 1 sum tosaði í handhildnari fartelefon
  • 4 leys børn í bilinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder