Mentan

45 norðurlendskir bispar í Føroyum

Talan er um eina ráðstevnu um ‘kirkjuna í ófriðarligum tíðum’

Bisparnir vitja Ólavskirkjuna í Kirkjubø (Mynd: Harald Bjørgvin)

Bisparnir vitja Ólavskirkjuna í Kirkjubø (Mynd: Harald Bjørgvin)

2025-06-24 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlendsk bisparáðstevna er í Føroyum í hesum døgum. Biskupar úr øllum Norðurlondunum hittast triðja hvørt ár, og í ár er ráðstevnan í Føroyum 23. til 27. juni.

Á skránni eru fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum. Høvuðsevnið er “Kirkjan í ófriðarligum tíðum”. Ráðstevnan er ein arbeiðsfundur fyri biskupar, og vitjanin er tí ikki almenn.

Hóast skráin fyri dagarnar er umfatandi, verður eisini vitjað kring landið, eitt nú í Kirkjubø, í Eysturoynni og í Norðoyggjum.

Tað er umsitingin hjá Jógvan Fríðrikssyni, biskupi, saman við tveimum av donsku biskupunum, ið skipa fyri innihaldi og kørmum um ráðstevnuna í Føroyum.

Tilsamans luttaka áleið 45 biskupar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi á ráðstevnuni, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Fleiri myndir her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder