Innanlands

45 nýggjar leiguíbúðir á Oyggjarvegnum

Íbúðirnar verða 60 til 114 fermetrar til støddar umframt íbúðir til rørslutarna

(Mynd: Mark)

(Mynd: Mark)

2021-09-15 13:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

NN Holding, sum eigur MARK, skal byggja 45 leiguíbúðir á Oyggjarvegnum í Havn.

Íbúðirnar verða millum 60 - 114 fermetrar til støddar, við einum, tveimum ella trimum kømurum. Harafturat verða eisini íbúðir til rørslutarnað.

Tá ið verkætlanin er liðug, helst seint í 22, fara eini 100 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar við Oyggjarvegin í Tórshavnar kommunu.

Bygningarnir verða í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir við frálíkum útsýni.

Á økinum, har íbúðirnar verða bygdar, verður ríkiligt av parkeringsbásum.

Tey, ið vilja vita meira um verkætlanina og hava áhuga at búgva í eini leiguíbúð á Oyggjarvegnum, kunnu longu nú skriva seg upp til íbúðirnar á heimasíðuni mark.fo hjá MARK, sum byggja, eiga og umsita íbúðirnar.

NN Holding eigur og rekur MARK, sum hevur bygt íbúðirnar í Marknagili og undir Kongavarða í Havn. Í nevndini í NN Holding eru Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Gordon Rajani.

Samstarvið við Tórshavnar kommunu hevur verið sera gott og kommunan hevur arbeitt miðvíst við loysnum fyri at fáa hesa verkætlan til at bera til, soleiðis at fleiri íbúðir verða tøkar í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder