456.590 fólk ferðaðust tilsamans til og úr Føroyum í fjør.
Hetta eru nógv, men tó ikki líka nógv sum í 2019, sum er tað árið higartil, har flest fólk hava ferðast til og úr Føroyum, nevniliga 472.877 fólk. Tað vísir ein uppgerð yvir ferðafólkaflutning, sum Hagstovan júst hevur almannakunngjørt.
401.618 fólk ferðaðust flogvegis og 54.972 sjóvegis.
Sum sæst á talvuni, so eru tølini fyri bæði 2019 og 2022 nær við at røkka hálvu milliónini. Spennandi er sjálvandi, um hetta tal verður rokkið í ár.
Okkurt bendir á, at tað kanska fer at eydnast, ella í hvussu so er koma enn tættari teimum 500.000.
Vága floghavn ger leypandi hagtøl fyri tey, ið ferðast umvegis flogvøllin. Tølini til og við mai vísa, at tað er ein lítil vøkstur í ferðafólkatalinum teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár í mun til 2019 – tað hava ferðast 3.657 fólk fleiri higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald