Tað er nú staðfest, at 47 fólk lótu lív í eldsbrunanum frítíðarstaðnum Crans-Montana í sveisisku albunum gamlaárskvøld.
Sveitsisku myndugleikarnir hava tó enn ikki alment boðað frá hvussu nógv hava latið lív.
Tað er italski uttanríkisráðharrin, Antonio Tajani, ið hevur upplýst fyri sjónvarpsstøðina Sky TG24, at talið er komið upp á 47. Hann sigur tó, at tað fer at taka fleiri vikur innan øll tey deyðu eru eyðmerkt.
Sveitsiski forsetin, Guy Parmelin vitjaði vanlukkustaðið í sveitsisku Alpunum í gjár.
- Nógv av teimum deyðu eru ungfólk. Eldsbrunin er ringasta vanlukka, sum land okkara nakrantíð hevur upplivað, sigur hann við Reuters.
Umframt tey nógvu deyðu, eru tað eisini umleið hundrað fólk, sum hava fingið skaða, skrivar NRK.
Nógv av hesum hava fingið álvarsligar brunaskaðar, søgdu umboð fyri lokalu myndugleikarnar á tíðindafundi í gjár.
Enn er orsøkin til eldsbrunan ikki staðfest. Men illgruni er um, at orsøkin kann hava verið fýrverkslíknandi fýs á sjampanjufløskum, sum vórðu seldar í bygninginum.
(Mynd av sosialum miðum)
Eitt 16 ára gamalt vitni hevur greitt RTL útvarpsstøðini frá, at ein tænari kleiv upp á herðarnar á einum øðrum tænara og helt eini slíkari sjampanjufløsku upp móti loftunum úr turrum viði, sum tók at loga.
Eitt umboð fyri eitt av sjúkrahúsunum í økinum hevur sagt við fjølmiðlar, at næstan øll tey, sum eru komin til skaða, eru ung millum 16 og 26 ár. Fleiri av offrunum eru útlendingar.
Franska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at átta franskir ríkisborgarar eru saknaðir eftir eldsbrunan.
So við og við byrja nøvn á offrunum eisini at gerast kend.
Italska golfsambandi hevur eitt nú skrivað, at 17 ára gamli Emanuelle Galeppini, er ein av teimum deyðu. Hann var ein gávuríkur golfspælari.
Og franska fótbóltsfelagið Metz skrivar, at ein av teirra spælarum, 19 ára gamli Tahirys Dos Santos hevur fingið álvarsligar brunaskaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald