Innanlands

47 veitarar umboðaðir á Handverksmessuni

Bygma Balslev skipar í dag fyri handverksaramessu

(Mynd: Bygma Balslev)

(Mynd: Bygma Balslev)

2024-05-31 09:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 14 í dag verður stóra handverkaramessan hjá Bygma Balslev sett. Stór tjøld eru sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík.

Handverkaramessan er vorðin størri ár eftir ár og í ár er einki undantak. 47 veitarar verða umboðaðir í ár og tað er tað mesta higartil. Veitararnir umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu umframt eina rúgvu av øðrum spennandi vørum.

Í 2022 vóru áleið 3000 vitjandi til messuna. Eins og undanfarin ár bjóðar Bygma Balslev bæði mat og drekka.

Fleiri slóðbrótandi og nýggj amboð og tilfar verða at síggja á teimum nærum 1200 fermetrunum, sum í ár er karmur um Handverkaramessuna. Messan er gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder