2020-07-14 16:47
Nú eru tilsamans 4.748 av 10.785 metrum boraðir í Sandoyartunlinum. 2.543 metrar eru boraðir í Traðardali og 2.205 eru boraðir á Gomlurætt.
Sambært partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar vórðu tilsamans 84 metar boraðir í síðstu viku. 34 metrar vórðu boraðir í Traðardali, og 50 metrar vórðu boraðir á Gomlurætt.
Í seinastuni hevur arbeiðið verið merkt av lekum, sum nú eru tiptir. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt í 2023.
Meira kunning um gongdina sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald