
Orsakað av stóra tørvinum á bústøðum bjóðaði Tórshavnar kommuna út stóra økið við Miðhorn – og í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Articon um bygging av 22 raðhúsum og 48 leiguíbúðum.
Økið Miðhorn liggur millum býlingin á Norðasta Horni við sethúsum, og býlingin Millum Horna við íbúðum og sethúsum. Útstykkingin á Miðhorn verður sostatt bindilið millum hesar báðar býlingarnar.
Talan verður um 22 raðhús og 48 leiguíbúðir. Farið verður í gongd við arbeiðið beinanvegin. Eftir ætlanini skulu raðhúsini standa innflytingarklár á vári 2023, og leiguíbúðirnar til jóla í 2023.
-
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
-
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jón Sigurdsson og Niclas Joensen frá Articon (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald