Innanlands

48 næmingar byrjaðir á Ítróttaháskúlanum: - Kundi verið tvífalda stødd

Talan er um 24 dreingir og 24 gentur. Heystskeiðið er fullteknað, og skulu tey ungu, umframt at royna nógv í Suðuroynni, eisini ein túr til Spania

Heystskeiðið er sum nevnt fullteknað, og tað standa umleið 100 á bíðilista til hetta skeiðið, so í veruleikanum kundi skúlin verði tvífalda stødd. Várskeiðið 2026 er eisini fulltekna, staðfestir Suðurrás (Mynd: sudurras.fo)

2025-08-20 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 18. august byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Suðurrás skrivar, at 48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum. Talan er um 24 dreingir og 24 gentur.

Heystskeiðið er í 15 vikur. Umframt ymiskar upplivingar í Vági og har um kring,  fevnir tað eisini um eina spennandi viku í Spania.

Staðfest verður, at áhugin fyri Ítróttaháskúlanum er stórur. Tað er eisini fullteknað til næsta skeið

-Heystskeiðið er sum nevnt fullteknað, og tað standa umleið 100 á bíðilista til hetta skeiðið, so í veruleikanum kundi skúlin verði tvífalda stødd. Várskeiðið 2026 er eisini fullteknað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder