Innanlands

49 reikferðaskip vitjaðu Havnina í ár

Umborð vóru tilsamans 24.271 ferðafólk úr 80 ymiskum londum.

Fyrsta skipið í ár var Ocean Explorer (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyrsta skipið í ár var Ocean Explorer (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-29 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

49 reikferðaskip við tilsamans 24.271 fólk umborð vitjaðu Havnina í ár. Av teimum vóru níggju skip, sum vitjaðu á fyrsta sinni, skrivar Tórshavnar Havn í tíðindaskrivi.

Meirilutin av skipunum høvdu færri enn 400 ferðafólk, og 22 høvdu færri enn 200 ferðandi. Einans seks av skipunum høvdu fleiri enn 1.000 ferðafólk umborð.

Ferðafólkini, sum vitjaðu Havnina umborð á reikferðaskipunum vóru úr 80 ymiskum londum.

Av teimum 24.271 ferðafólkunum vóru 13.699 - ella 56 prosent - úr USA. 18 prosent av ferðafólkunum vóru úr Stórabretlandi. Síðani komu Kanada, Týskland, Avstralia og Frakland. Einans 91 ferðafólk komu úr Norðurlondum.

Fyrsta reikskipið í ár var Ocean Explorer, sum vitjaði 5. mai, meðan Spitsbergen setti punktum fyri árið 29. september.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder