Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi Føroya varð ein serstakur bonkur mentur og vístur fram undir Landsinnsavningini 31. oktober. Nú ber til hjá kommunum, stovnum, fyritøkum og einstaklingum at bíleggja Reyðakrossbonkin.
Tankin handan bonkin er at skapa ein bonk, sum bæði hevur eina praktiska funktión og ber ein boðskap um samveru og nærveru. Bonkurin kann standa við gongugøtur, í almennum økjum, uttan fyri stovnar, í gørðum ella aðrastaðni, har fólk kunnu seta seg, hvíla seg og vera saman, skrivar Reyði Krossur Føroya.
Á bonkinum stendur: Til sess – til samveru – til svøvn – til sjón – til skjól – til stuttleika.
![]()
Bonkurin er sniðgivin av Elin P. Andreasen hjá NOVUS innrætting & design og framleiddur í Føroyum av Havnar Træsmiðju. Hann er ætlaður bæði til innandura og uttandura nýtslu og er framleiddur við denti á góðsku og haldføri.
Beinkirnir verða framleiddir eftir bílegging. Prísurin er 30.000 krónur við mvg fyri hvønn bonk, og nøgdaravsláttur verður latin, tá tríggir ella fleiri beinkir verða bílagdir.
Alt avlopið av søluni fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og úti í heimi.
Meira kunning um bonkin fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald