Innanlands

5 døglingar løgdu beinini í Hvalba

Harvið hava 11 døglingar lagt beinini í Suðuroynni seinastu dagarnar.

(Mynd: sudurras.fo)

(Mynd: sudurras.fo)

2020-08-19 10:45 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Mánamorgunin gjørdu seks døglingar landgongd í Sandvík, har teir vórðu dripnir.

Les eisini:Seks døglingar lagt beinini í morgun

Aftur í morgun hava døglingar lagt beinini í Suðuroynni. Tað skrivar sudurrás.fo. Hesaferð vóru tað fimm døglingar, sum løgdu beinini í Hvalba har teir høvdu gjørt landgongd.

Grindaformaðurin, Tommy Olsen sigur við Kringvarpið, at klokkan hálvgum eitt í nátt varð boðað frá, at fimm døglingar lógu fastir í sandinum. Men, av tí at tað var ov myrkt var einki gjørt við teir í gjárkvøldið.

Í morgun lógu teir framvegis á sandinum, har tann eini var deyður. Hinir fýra vórðu síðani avlívaðir. Tvøstið verður býtt í sóknina, sigur Tommy Olsen við Kringvarpið.

Tað er óvanligt, at so nógvir døglingar gera landgongd innan fáa dagar. Grindaformaðurin Tommy Olsen sigur, at hann ikki hevur uppliva áður, at 11 døglingar gera landgongd innan tveir-tríggjar dagar.  

Døglingarnir sum løgdu beini í Hvalba vóru nakað minni enn teir sum løgdu beinini í Sandvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder