Uttanlands

50 ár síðan fyrsti jumbojettarin lætti

Boeing-verksmiðjan er givin við at framleiða sermerktu 747-ferðafólkaflogførini

2019-02-10 13:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru 50 ár liðin síðan eitt tað mest sermerkta ferðamannaflogfarið, sum enn er í flúgving, fleyg sín fyrsta túr. Talan er um Boeing 747, eisini kendur sum Jumbojet.

Jumbojetturin verður mettur at vera ein av ikonisku sniðgevingunum, sum nógv kenna aftur á sama støði sum fløskan hjá Coca-Cola og boblan hjá VW.

747-ævintýrið byrjaði, tá Boeing-verksmiðjan í 1965 tapti kappingina um at sleppa at byggja eitt stórt farmaflogfar til amerikansku verjuna.

Boeing valdi at broyta tekningarnar til hernaðarliga flutningsflogfarið og gera tað til eitt ferðamannaflogfar í staðin. Avbjóðingin hjá Boeing var at finna og framleiða motorar, ið megnaðu at lyfta eitt so stórt flogfar.

Men tað eydnaðist, og á heysti 1968 var fyrsta flogfarið liðugt, og 9. februar 1969 kundi tað so roynast á flogi.

The City of Everett
Fyrsti jumbojettarin fekk navnið ”The City of Everett” og fór á flog á eini nýgbygdari flogbreyt beint við fabrikkina, har flogfarið varð bygt.

Árið eftir varð 747’arin settur í fasta flúgving. Tað var fyri Pan Am millum New York og London. Fyrsti túrur var 30. oktober 1970.

At byrja við skapti jumbojettarin stórar trupulleikar fyri flogvallirnar kring heimin. Floghavnirnar vóru ikki til reiðar at handfara so nógv ferðafólk og viðføri í senn, flogbreytirnar vóru ov smalar og trappurnar, sum nýttar vóru, rukku ikki upp.

Men tá tað kom upp á pláss, kundi Boeing 747 kollvelta flogferðsluna yvirhøvur.

Byrjanin til hópferðavinnuna
Tíðliga í 1970'unum kundi ein 747’ari flyta meira enn tvífalt so nógv ferðafólk til helmingin av prísinum, sammett við onnur flogfør. Harvið gjørdist tað lættari hjá øllum at ferðast langleiðis millum Amerika og Evropa fyri ein lutfalsligan bíligan penga, og hetta gjørdist byrjanin til hópferðavinnuna.

Hesi seinastu hálvthundrað árini eru 1.548 eintøk av Boeing 747 bygd. Tilsamans hava hesi flogfør flogið ein tein, sum svarar til 70.000 ferðir til mánan og aftur við tilsamans 3,5 milliardum ferðafólkum. 3.700 fólk hava latið lív í vanlukkum við hesum flogfarinum. Ringasta vanlukka var 27. mars 1977, tá tvey Boeing 747 rendu saman á flogbreytini á Tenerifa og 583 fólk lótu lív.

Boeing 747 verður ikki brúktur meira í USA. Seinasti túrur var eitt flogfar hjá Delta Airlines í november 2017. Í Evropa eru tað enn flogfeløg, sum brúka jumbojettin, eitt nú British Airways, Virgin Atlantic, Thai Airways, KLM, Qantas og Lufthansa.

Men Boeing verksmiðjan er givin við at framleiða fleiri ferðamannafløgfør í hesi støddini, og framleiða nú einans 747 til farmaendamáls.

Einasta undantak er komandi flogfarið hjá amerikanska forsetanum, Air Force One. Trump fær eitt nýtt serbygt Boing 747 einaferð næsta ár. 

Í Arlanda í Svøríki er eitt sermerkt hotell, sum er innrættað í einum jumbojett-flogfari. Sí filmin herundir:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder