Farna vikuskifti vórðu tveir útlendskir ferðaleigarar handtiknir fyri at arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi, og í gjár vórðu tveir útlendingar aftur handtiknir í sambandi við ólógligt ferðavinnuvirksemi í Føroyum.
Hetta er nakað, sum fyllir nógv hjá løgregluni í hesum døgum, og fær løgreglan í løtuni 12-15 fráboðanir um dagin frá fólki, sum hava illgruna um ólógligt ferðavinnuvirksemi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at løgreglan hesa vikuna hevur kannað trý mál um ólógligt ferðavinnuvirksemi.
Teir báðir útlendingarnir, sum vórðu handtiknir í gjár, fáa bót, útvísing og innferðarforboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald