Uttanlands

5,1 milliónir hava nú fingið staðfest smittuna

USA er framvegis tað landið, sum hevur staðfest flest tilburðir og andlát

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-21 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á fólki í heiminum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna er nú farið uppum fimm mió. Í skrivandi stund hava 5,1 mió. fólk fingið staðfest smittuna, vísir uppgerð hjá worldometers.info.

Sambært uppgerðini eru 330.000 fólk deyð, og tvær mió. fólk eru staðfest frísk aftur. Av teimum 2,7 mió., sum eru smittað í løtuni hava 98 prosent av teimum mild sjúkueyðkenni.

USA er tað landið í heiminum, sum bæði hevur staðfest flest tilburðir og flest andlát. Har hava 1,5 mió. fólk fingið staðfest smittuna, og 95.000 teirra eru deyð.

Aftanfyri USA liggja Russland og Brasil, sum hava staðfest ávikavíst 317.000 og 294.000 tilburðir.

Í Evropa er tað Stórabretland, sum hevur skrásett flest andlát – 36.000.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder