Innanlands

54 føroyingar frískir eftir at hava havt covid-19

Hetta eru sjey fleiri enn í gjár, og harvið eru 90 fólk smittaði í skrivandi stund. Tað er tað lægsta talið í eina viku

2020-03-27 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú eru í alt 54 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna.

Hetta boðar Heilsumálaráðið frá í morgun.

Síðani leygardagin hevur talið av smittaðum ligið millum 95 og 93. Nú er talið komið niður á 90, tí sjey fólk eru staðfest seinasta samdøgrið, og bert fýra hava fingið staðfest smittuna. 

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Talið av fólkum í sóttarhaldi minkar eisini. Nú er tað beint omanfyri 500. 

Tveir persónar við koronavirusinum eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum.

Sí dagførdu tølini her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder