Innanlands

Nú eru aftur tvey fólk innløgd á koronadeildini

Tann eini persónurin er ein eldri kvinna

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-26 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nakrar dagar vóru tveir føroyingar innlagdir við koronasmittuni. Teir vórðu útskrivaðir í gjár.

Tølini í morgun vístu, at 140 hava fingið smittuna, men at eingin var innlagdur.

Nýggjastu tølini vísa tó, at tað nú aftur eru tvey fólk við kornasmittuni, sum eru innløgd á serligu deildini á Landssjúkrahúsinum. 

Tummas í Garði, ið er varastjóri í sjúkrahúsverkinum, váttar fyri Vágaportalinum, at ein sjúklingur varð innlagdur í gjár, og at í dag er ein eldri kvinna innløgd.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder