2025-10-02 16:37

Enn er ikki klárt at taka ímóti gestum, men tað verður tað klokkan 10 fríggjadagin.
Høllin við Tjarnir er karmur um Vinnumessuna, sum verður fríggjadagin og leygardagin, og fyritøkur eru nú í dag í holt við at gera básarnar klárar.
Adam Andreasen, fyriskipari av Vinnumessuni, sigur, at 54 fyritøkur luttaka á messuni, sum hann sigur vera ein blandingur av Black Friday og mentanarnátt - alt undir einum taki.
Tað er ókeypis atgongd á messuni sum er frá klokkan 10 til 20 báðar dagarnar.
Hoyr prát sum Árni Gregersen hevði í tíðindunum á FM1 á middegi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald