
Setrið blandaði seg eitt sindur upp í plakatvalstríðið hjá politisku flokkunum og royndi at dyrgja eftir at fáa umsóknir til vetrarupptøkuna í sjúkrarøktarfrøði.
Tá umsóknarfreistin var úti 1. desember, hevði Lestrarskrivstovan fingið 54 umsóknir.
Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.
Í fjør, tá tað á fyrsta sinni varð tikið inn til sjúkrarøktarfrøði um veturin, vóru tíggju fleiri umsóknir (64).
Í ár søktu 24 gjøgnum kvotu 1 og 30 gjøgnum kvotu 2. Minni enn helmingurin av teimum 54 sleppur ikki framat hesuferð. Tó kunnu pláss gerast tøk fyrst í januar.
- 25 umsøkjarar hava nú fingið tilboð um lestrarpláss, og tey hava freist til 2. januar at taka av.
Lestrarbyrjan er mánadagin 30. januar 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald