Innanlands

54.500 fólk búðu í Føroyum 1. juni

Tað eru 591 fleiri enn 1. juni í fjør – Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2023-07-10 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum.

Tað eru 591 fleiri enn um somu tíð í fjør, og svarar hetta til ein vøkstur á 1,1 prosent.

Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14 prosent. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini, skrivar Hagstovan.

Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið nakað aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.

Fólkavøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 180 fólk og eini nettoflyting á 411 fólk. Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder