1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør, og svarar hetta til ein vøkstur á 1,2 prosent.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 197 fólk og eini nettotilflyting á 444 fólk. Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, og síðani í Nes og Sjóvar kommunu, skrivar Hagstovan.
Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt.
Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast aftur í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan.
Sambært Hagstovuni hava 86 prosent av teimum, sum løgdust aftur at fólkatalinum síðstu tvey árini, annan ríkisborgaraskap enn danskan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald