
Stórar íløgur eru gjørdar í vegir, tunlar, brýr og byrgingar í Føroyum í nógv ár.Tað er samstundis umráðandi at varðveita virðini hjá samfelagnum, og støðugt at dagføra og viðlíkahalda føroyska vegakervið. Eftirsleipið gerst alsamt størri. Tí hevur landsstýrið raðfest viðlíkahald av tveimum brúm í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.
Hetta staðfestur Samferðslumálaráðið, eftir at fíggjarlógin fyri 2026 er løgd fram.
Tað eru brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði, sum eru í ringum standi og ikki lúka dagsins krøv til dygd og trygd.
Serliga er tað yvir 50-ára gamla brúgvin um Streymin, sum aftur skal hava eina hond. Samanlagt eru 45 milliónir settar av til hana næstu árini
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verða játtaðar 45 milliónir krónur til at viðlíkahalda og dagføra brúnna um Streymin, og arbeiðið kann gerast yvir tvey ár. Í 2026 verða 22 milliónir krónur játtaðar, og í 2027 verða 23 milliónir. kr. játtaðar til endamálið.
Harumframt verða 10 mió. kr. játtaðar til at dagføra ella til at gera nýggja brúgv um Fjarðará í 2026.
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, staðfestir, at eftirsleipið gerst alsamt størri, og talan er um haldføristrupulleika.
- Nýggjar íløgur skulu gerast í vegakervið komandi árini. Samstundis gerst eftirsleipið tíverri alsamt størri. Hetta er ein haldføristrupulleiki, sum krevur, at vit í politisku skipanini standa saman um at leggja langtíðarætlanir fyri viðlíkahald og dagføring av landsvegakervinum. Við fíggjarlógaruppskotinum eru týðandi stig tikin á hesi leið.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald