Kanningarnar frá fríggjadegnum og leygardegum eru nú liðugt greinaðar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Fríggjadagin vórðu 1.590 kanningar gjørdar, og í gjár, leygardagin, vórðu 727 kanningar gjørdar, og tær vóru allar negativar. Tilsamans eru nú 84.308 kanningar gjørdar í Føroyum.
Rættingar eru gjørdar í samlaða talinum á staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og hesir eru nú at rokna sum negativir. Tí minkar samlaða talið á staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum, skrivar Heilsumálaráðið.
Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest korona í Føroyum, og 326 teirra eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni.
Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna. 251 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald