Mentan

550.000 krónur út á Argir

- Oyjøsus oyjøsus. Eg eri málleys, segði hepni gekkavinnarin Barbara Næss

2024-02-16 20:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hetta gjørdist eitt framúr kvøld hjá Barbaru Næss, sum ringdi inn við fullari plátu í Gekkinum í kvøld. Hon fór avstað við 550.000 skattafríum krónum.

Tað var fyrstu ferð, at Barbara kom ígjøgnum í gekkinum, og hon var sum vera mann spent. Hon valdi at deila vinningin út á teir tríggjar leyparnar, so 550.000 krónur vóru í hvørjum.

Í fyrsta snari var líka við, at Barbara Lendi á gula leypinum. Bara tríggjar seymir var hon frá góðu hálvu milliónini. Men tær 60.000 sum Barbara Næss hevði á hondini lótu hana ikki freista, og hon valdi at royna enn einaferð.

Hon gjørdi skjótt av, og eftir at gekkahjólið hevði snarað runt nakrar ferðir lendi Barbara á gula leypinum, og vann 550.000 krónur.

Og so kom róp í á Argjum.

- Oyjøsus oyjøsus. Eg eri málleys. Hatta var... eg veit ikki ordiliga hvat man skal siga, segði hon í ovfarakæti við gekkavertin, Jan Gardar.

Næsta fríggjakvøld er gekkaupphæddin 1,1 millión krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder