2018-06-21 18:54
Seinnapartin hendi ein syrgilig vanlukka á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Ein maður hevur latið lív, 56 ára gamal.
Sum skilst er maðurin árendur av einari arbeiðslyft, tá hann var til arbeiðis á nýggja virkinum á Tvøroyri, sum verður bygt upp aftur.
Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 16.04.
Arbeiðseftirlitið er á veg á staðið at kanna umstøðurnar nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald