Innanlands

60 fyritøkur vísa fram við Tjarnir í dag og í morgin

Í fjør vóru 6500 vitjandi til Vinnumessuna. FM1 sendir beinleiðis frá stóru sølustevnuni frá kl. 12:30.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-09 07:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 10 lata dyrnar upp við Tjarnir. Tá byrjar Vinnumessan, har 60 fyritøkur vísa sínar tænastur og vørur fram.

Vinnumessan var á fyrsta sinni í fjør tá omanfyri 6500 vitjandi vóru.

Elsa Berg setir Vinnumessuna klokkan 11.

Klokkan 12:30 sendir FM1 beinleiðis frá Vinnumessuni. Forvitnast verður hjá nøkrum av fyritøkunum.

Vinnumessan er ókeypis fyri øll vitjandi, og á skránni verður ymiskt undirhald fyri bæði vaksin og børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder