Eftir tíðindafundin í morgun vóru nógv á gosi yvir, at avgerð er tikin um at halda flogferðsluni opnari.
Les eisini: Landsstýrið steingir ikki havnirnar enn
Sjúrður Skaale og onnur á sosialu miðlunum eru sera ónøgd yvir støðuna. Víst verður á, at tað gevur ikki meining at avlýsa alt í Føroyum, samstundis sum tað er frítt at koma til landið. Bárður á Steig Nielsen, Kaj Leo Holm Johannesen og Lars Fodgaard Møller vístu á, at fleiri orsøkir eru til, at flúgvingin heldur fram: At støðan ikki er komin har til, at tað er neyðugt at steingja landið av, at tað er neyðugt orsaka av sjúkraflutningi, tí at serlæknar skulu til Føroyum til Danmarkar, og at fleiri corona-tilburðir kortini fara at koma (Hetta seinasta staðfesti landslæknin fyri Kringvarpinum)
Eiga Føroyar at stegða allari flúgving - gev tína meining til kennar
Serliga er tað flúgvingin úr Danmark, ið er eitt hart rakt corona-økið, ið sambært fleiri kann skapa ein stóran trupulleika. Hægri lærustovnar í Danmark verða nú stongdir, og heili sjey fullfermd flogfør úr Danmark lenda eftir ætlan í Vágum í dag.
Ein savnan av undirskriftum varð gjørd nakað eftir tíðindafundin, og í skrivandi stund eru 612 undirskriftir, og nú tað er deilt á Facebook, koma ein rúgva av undirskriftum hvønn minutt. Fyrsta málið var 500, og nú koyrir tað víðari. Tað er ein sum nevndist "Harry J", ið hevur sett hana í gongd.
Hon er ætlað til Landstýrið, og boðskapurin er at "steðga innflutningi av Covid-19, við at seta ferðafólkaforboð flog- og sjóvegis.
Les eisini: Norrøna avmarkar fólkaflutningin
Tað er tó allarhelst flogbann, ið fyllur mest, tí Smyril Line hevur tillagað sín flutning, og flogvegis er væl skjótari, at nógv fólk koma úr útsettum økjum.
Her er undirskiftinnsavnanin
Ein onnur slík innavnan er eisini í gongd
Nú hava 2,395 fólk skrivað undir - dagført 20.11
Innanlands
Yvir 600 hava skrivað undir áheitan um ferðafólkaforboð til Føroyar
Tað tykist at vera ein breið semja um, at tað er ábyrgdarleyst, at halda serliga flogferðsluni koyrandi, sum hon ger nú
(Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-03-12 13:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald