Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2024 vísir eitt hall á 64 mió. krónur. Føroyski búskapurin er væl fyri, men átøk eru neyðug fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum og økja inntøkurnar.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2024.
Uppskotið til fíggjarlóg vísir, at roknast kann við 64 mió. kr. í halli komandi ár. Metingin í játtanarkørmunum í vár var annars 60 mió. kr. í avlopi. Størstu orsakirnar til hallið eru lægri inntøkur frá tøkugjaldi enn mett, og at nógvar løguverkætlanir eru í gongd.
Samlaðu inntøkurnar frá skatti og avgjøldum næsta ár eru mettar til 7.221 mió. kr., og útreiðslumetingin er 7.285 mió. kr. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar 6.553 mió. krónur, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 732 mió. kr.
Búskapurin er væl fyri
Búskaparvøksturin, sum seinastu árini hevur verið óvanliga høgur, væntast at hæsa av næstu 1-2 árini. Hetta er orsakað av teimum rembingum, sum hava verið av russisku innrásini í Ukraina, og sum hava havt við sær prísvøkstur og rentuhækkingar.
Fíggjarmálaráðið metir tó, at føroyski búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri og møguligum halli. Arbeiðsloysið er lágt, arbeiðsmarknaðurin er væl fyri, og væntandi hækkar BTÚ 4-5% í 2023 og 2024. Harafturat eru almenni og privati geirin ikki skuldarbundnir.
Størsta avbjóðingin í almenna búskapinum er vantandi haldførið, sum millum annað kemur av, at lutfallið millum arbeiðsstyrki og tal av eldri minkar. Skal tað almenna hava sama tænastustig frameftir, eru átøk bráðneyðug, sum kunnu betra javnvágina millum almennar inntøkur og útreiðslur.
Átøk
Landsstýrið setir tí fleiri átøk í verk. Eitt nú verður raksturin tillagaður við 30 mió. kr., sum svarar til 1% av lønarútreiðslunum. Egingjaldið fyri heilivág hækkar, og arbeiðsgevarar skulu rinda ein størri part av sjúkradøgunum hjá starvsfólkunum. Tilsamans verða átøk framd fyri umleið 70 mió. kr. Aftrat hesum arbeiðir landsstýrið víðari við ætlanini at hækka pensjónsaldurin og fer eisini at hyggja nærri at skipanini við rentustuðli.
Av raðfestingum fyri 2024 kunnu nevnast, at KT-skipanir í sambandi við føroysku skattaskipanina skulu nútíðargerast, Kalsoyarferja verður fyrireikað, lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, størri játtan til fólkaskúla og heilsuverk, ríkisveitingin lækkar, og ein føroysk náttúrufyrisiting verður stovnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald